Levi Mørk stillar upp – kortini

Býráðslimurin hjá Javn­að­ar­flokk­i­num í Havn, Levi Mørk, still­ar nú kort­ini upp til løg­tings­val­ið. Hann boð­aði ann­ars frá, eft­ir at hann var kom­in á list­an, at hann bar seg und­an, tí hann hevði so nógv um at vera sum bý­ráðs­lim­ur og leið­ari fyri Frí­tíð­ar­skúl­an í Hoyvík.

– Eg havi allatíðina hildið, at eg skuldi stilla upp, men eg hevði brúk fyri ein­um time­out, og eg hevði ikki meira enn tik­ið meg av lista­num, so føldi eg, at av­gerð­in var skeiv, sig­ur hann.

– Verði eg valdur, so fari eg at siga alt hitt fra mær og taka far­loyvi, sigur Levi Mørk, sum nú altso aftur tel­ist mill­um valevnini hjá Javn­að­ar­flokk­i­num til løg­tings­val­ið kom­andi.