- Tað er gleðiligt, at ongar sparingar verða gjørdar á dagstovnaøkinum í Tórshavnar Kommunu næsta ár.
Tað staðfestir Levi Mørk, limur í Tórshavnar Býráði.
Í gjárkvøldið samtykti býráði endaliga fíggjarætlanina fyri næsta ár og Levi Mørk fegnast um, at tað eydnaðist at fáa 1,2 millión aftura til dagstovnaøki, so at tað slepst undan fleiri sparingum næsta ár.
Annars var rætiligt rok í býráðnum, tá ið fíggjarætlanin var til viðgerðar herfyri, tí tá gjørdi Levi Mørk greitt, at hóast hann situr í samgongu, vildi hann ikki atkvøða fyri fíggjarætlanini sum hon fyrilá, tí ætlanin var at dagstovnaøkið skuldi spara 700 krónur fyri hvørt barn.
Tað vildi hann ikki góðtaka, tí hann metti ikki, at økið toldi fleiri sparingar.
- Helt gongdin fram, endaðu dagstovnar og frítíðarskúlar um passivt uppihaldsstøð burturav, uttan mennandi og spennandi pedagogiskar avbjóðingar, sigur Levi Mørk.
- Og nú uppundir endaligu viðgerðina í gjárkvøldið eydnaðist at telva so mikið væl, serliga saman við Jógvani Arge, at økið slapp undan sparingum og tað eri eg ótrúliga fegin um, sigur Levi Mørk.