Levi Mørk farin úr Javnaðarflokkinum

- Eg metti, at ein umbering var nokk fyri tað, sum eg skrivaði á facebook eftir bómbuálopið í Norra, men so var ikki, og tí føldi eg meg kroystan at taka meg av listanum hjá Javnaðarflokkinum.

Tað sigur Levi Mørk, sum er býráðslimur fyri Javnaðarflokkin í Havn.

Tað var tann 22. juli - beint eftir bumbuatsóknina í Oslo og hópdrápið á Utøya, at Levi Mørk á Facebook gav muslimum skuldina - og setti fram fasistisk sjónarmið, sum als ikki sampakka við javnaðarhugsjónina. Hetta varð ikki væl upptikið av Javnaðarflokkinum, sum hevur viðgjørt málið í floksleiðsluni. Úrslitið varð, at Levi Mørk tók seg av listanum til løgtingsvalið.

Í kvøld sigur hann, at hann framvegis tekur avstand frá tí, sum hann skrivaði á Facebook.

- Í kvøld havi eg boðað Javnðarflokkinum frá, at eg meldi meg úr Javnaðarflokkinum. Sjálvandi kundi Javnðarflokkurin hildið fast við, at mín umbering var ok, men so var ikki, sigur Levi Mørk.

Okkurt bendir tí á, at flokkurin hevur kroyst hann av listanum. Levi Mørk sigur, at hann framvegis hevur nógv upp á hjarta í politikki, og at tíðin nú fer at vísa, hvat í hendir - bæði til komandi løgtingsval og til býráðið.

Levi Mørk er partur av samgonguni í Tórshavnar Býráð, men hann sigur einki um, hvørt hann eisini fer úr bólkinum hjá Javnaðarflokkinum í býráðnum. Javnaðarflokkurin hevur fimm umboð í býráðnum, og Tjóðveldi hevur fýra. Sjey er nóg mikið til meiriluta, so tað fær ikki ávirkan á javnvágina, skuldi hann tikið seg úr meirilutanum, men tað fær ávirkan á nevndarbýtið.

Spurningurin er so, um Javnaðarflokkurin í Tórshavnar Býráð kann góðtaka tað, sum floksleiðslan í Javnaðarflokkinum eftir øllum at døma ikki kann góðtaka.