Levi Mørk er í lummanum hjá veljarum

Nú ber til í orðsins rætta týdningi at fáa ein bý­ráðs­lim í lumman, tí Levi Mørk, býráðslimur fyri Javn­að­ar­flokk­in í Havn hevur sum tann fyrst gjørt sína egnu App – tað er forrit til iPhone og i­Pod hjá Apple, har til ber at fylgja við í, hvat politikarin ger.

Levi Mørk sigur, at hann hev­­ur gjørt hetta forritið – ella app­ina, sum tað eisini kall­ast – saman við eini am­er­ik­anskari fyritøku, og at app­in kann heintast hjá Apple iTunes App Store. Seinni verður hon eisini tøk til iPad, sigur hann.
– Eg havi arbeitt eina tíð við ætl­anini og sá í fjør, at onk­ur danskur býráðslimur var tann fyrsti politikarin í Dan­mark við einari App. So hugs­aði eg, at hetta mátti eg royna. – Og nú kann appin tak­a­st niður, sigur Levi Mørk.
Hann sigur, at við appini ber til at fylgja við hansara pol­itiska arbeiði við tekstum, grein­um, kykmyndum, ljóð­fíl­um, myndum og kjatti.
– Eg hoyri ofta frá fólki, sum siga, at tað er ringt at fylgja við, hvat vit gera í bý­ráð­num, og her er so ein møg­u­leiki at fáa boð­skapin meira út til fólki, sigur Levi Mørk.