Í gjár varð tað formliga greitt, at miðvallarin Levi Hanssen eisini í 2013 verður partur av EB/Streyma liðnum. Heimasíða felagsins veit at siga, at felagið og Levi Hanssen hava skrivað undir sáttmála, sum bindur partarnar at hvørjum øðrum næsta kappingarár.
Levi Hanssen hevur verið ein av stuðulsspælarunum seinastu árini, tá ið EB/Streymur hevur verið við til at mynda toppin bæði í landskappingini og í steypakappingini. Fyrsta árið hjá Levi í Sundalagnum var í 2008, og síðani hevur hann verið við Margáir øll árini, undantikið 2010, tá ið hann spældi við HB.
Sambært faroesoccer.com spældi 24 ára gamli Levi í fjør 31 dystir á besta EB/Streyma liðnum í landskappingini, steypakappingini og europeisku kappingini, og í teimum skoraði hann átta mál.