Í ár spældi hann við HB og gjørdist Føroyameistari.
Áðrenn Levi Hanssen kom til EB/Streym í 2008, spældi hann við Skála. Í EB/Streymi spældi Levi 66 dystir tilsamans tey bæði árini, og skoraði hann átta mál tilsamans, áðrenn hann skifti til HB.
Har gjørdist steðgurin bara eitt ár, 29 dystir og tvey mál, áðrenn leiðin gekk norð aftur í Sundalagið til EB/Streym. Talan er um ein eitt ára sáttmála, skrivar heimasíðan hjá EB/Streymi.
Levi Hanssen er skrásettur fyri tríggjar landsdystir.