Levanger FK verður aftur at síggja í næstbestu, norsku fótbóltsdeildini komandi ár.
Hetta gjørdist greitt, tá Levanger, sum varð eitt stig omanfyri niðurflytingarstrikuna undan seinasta leikumfari vann 4-1 á oddaliðnum Sogndal í seinasta dystinum í hesum árinum.
Føroyski landsliðsspælarin, Kaj Leo í Bartalsstovu fekk onga spælitíð í dag.
Í steðginum varð støðan 3-0 til Levanger, og í 63. minutti økti Levanger til 4-1. Frøin er stór í Levanger nú teir hava bjargað sær, men sæð við føroyskum eygum er tað ergiligt, at Levanger hevur bara ein A-landsliðsleikara, og hann fær onga spælitíð í dystinum í dag.
Nú er eftir at síggja hvar Kaj Leo í Bartalsstovu spælir komandi ár.









