Letur upp í komandi viku

Alt bendir á, at Skálafjarðartunnilin letur upp í komandi viku.

Nógvar royndir av ymsum slag eru gjørdar av ymsu skipanunum í Skálafjarðartunlinum, og hetta er slíkt, sum skal gerast, áðrenn tunnilin letur upp. Fyribils hevur alt spælt væl av, og tí væntar stjórin í Eystur- og Sandoyartunlar, Teitur Samuelsen, at tíðarætlanin í sambandi við upplating fer at halda.

- Tað er einki, sum bendir á nakra seinking, og at tíðarætlanin tí ikki fer at halda. Vit skulu hava eina stóra venjing 17. desembur, og gongur hon væl, so verður latið upp 19. desembur, sigur Teitur Samuelsen.

Tað vil so siga, at alt bendir á, at føroyingar sleppa at koyra gjøgnum nýggja Skálafjarðartunnilin leygardagin í komandi viku.