Letur upp eftir summarfrítíðina

- Tað liggur í kortunum, at vit fara at lata saltfiskavirkið á Toftum upp aftur eftir summarfrítíðina, sigur stjórin í Faroe Origin, Dávid Jacobsen. Hann torir tó í løtuni einki at siga um, hvør lagnan verður hjá fiskavirkinum í Vestmanna

STONGD VIRKI

Enn er bara eitt fiskavirkið av teimum trimum, sum Faroe Origin nú eigur, latið uppaftur eftir húsagangin hjá Faroe Seafood. Felagið eigur nevniliga virkini í Runavík, Toftum og í Vestmanna.
Fiskavirkið í Runavík hevur verið opið seinastu mánaðirnar, men hóast ætlanin hjá felagnum var at lata uppaftur á Toftum - eftir upplatingina í Runavík - stendur saltfiskavirkið á Toftum tó framvegis stongt.
Dávid Jacobsen, stjóri, hevur áður víst á, at virkið á Toftum var í gongd, tá tað læt aftur vegna húsagangin. Sama var við virkinum í Vestmanna.
- So, í prinsippinum kann virkið á Toftum latast uppaftur, nær tað skal verða. Men tað bindir meiri pening at reka eitt saltfiskavirkið enn eitt vanligt flakavirki - og eisini er óvissa um ráfiskagrundarlagið, nú ein stórur partur av trolaraflotanum ætlar sær at fiska makrel.
Tá Sosialurin tosaði við stjóran, segði hann, at miðjað verður eftir at lata saltfiskavirkið á Toftum upp aftur eftir summarfrítíðina.
- Jú, tað liggur í kortunum, at vit fara at lata virkið upp aftur, tá summarfrítíðin er av. Tað er í hvussu er hetta, vit miðja eftir, segði Dávid Jacobsen, stjóri í Faroe Origin.
Tað var tíðliga í desember í fjør, at virkini á Toftum, Runavík og í Vestmanna lótu aftur. Hetta hendi eftir, at Faroe Seafood, sum átti og rak hesi virki, varð sent skiftirættinum.
Faroe Seafood í Havn, sum er fyrrverandi Bacalao, læt eisini aftur um somu leið.

Óvissa í Vestmanna
Herfyri frættist, at áhugi var fyri at leiga ella keypa fiskavirkið í Vestmanna frá felagnum, Faroe Origin, sum nú eigur hetta virkið saman við virkjunum á Toftum og í Runavík.
Sum skiltist, var onkur fyrispurningur úr Føroyum, eins og felagið Espersen á Bornholm eisini hevði víst virkinum áhuga.
Ætlanin hjá Espersen var so mikið ítøkilig, at felagið - umframt at hava samband við eigararnar av virkinum - eisini hevði verið í samband við Vestmanna kommunu um treytir fyri eitt nú lendinum, sum virkið stendur á.
Dávid Jacobsen, stjóri í Faroe Origin, sum eigur virkið í Vestmanna, sigur, at í seinastuni hevur lítið verið at hoyrt til áhugaðar leigarar ella keyparar.
- Nú er tað ikki vist, at eg veit alt, tí vit eru tveir stjórar í felagnum, men mær kunnugt hevur lítið og einki samband verið millum okkum og áhugaðar leigarar ella keyparar í longri tíð.
Dávid Jacobsen heldur líkt vera til, at áhugin fyri virkinum í Vestmanna er minkaður, síðan fleiri av skipunum, sum vóru heimahoyrandi í bygdini, nú eru seld til Klaksvíkar.
- Í øllum førum veit eg, at eingin avtala er komin upp á pláss um leigu ella sølu av virkinum í Vestmanna, sigur stjórin í Faroe Origin.