Letur upp 1. juli

Arbeiðið at gera tunnilin millum Øravík og Hov gongur so nógv betur enn væntað, at hann væntandi verður liðugur væl fyrr enn upprunaliga mett. Ætlandi verður skotið ígjøgnum um hálvan annan mánað, og so verður roknað við, at tunnilin letur upp fyri almennari ferðslu tann 1. juli næsta ár. Tað er fimm mánaðir fyrr enn ætlað. Tað hava bert verið einstakir smáir trupulleikar inni í fjallinum. Tað er Ístak, sum ger tunnilin.