Mick Mahon hevur verið fiskimaður í meira enn 40 ár. Hann vil ikki tveita góðan fisk útaftur orsakað av eini ónýtiligari kvotaskipan, sum leggur upp til útblaking av fiski Fiskimaðurin Mick Mahon úr Newlyn í Onglandi er ógvuliga hart ímóti kvotaskipan í fiskivinnuni. Hann eigur 29 fót stóra trolbátin J-Anne og vil ikki blaka ein tann einasta ein fisk útaftur, sum kann etast. Hann vil heldur taka fiskin til lands og geva pensjónistum og fátøkum hann at eta.
Mick er til reiðar at taka við revsing og bót, sum svarar til 50.000 ensk pund, um tað gerst neyðugt. Hann vil einki hava fyri fiskin, sum hann gevur burtur, men um fólk vilja lata okkurt til vælgerandi endamál, eitt nú til Sjómansmissiónina, er hann fegin um tað.
- Tað er ímóti míni sannføring at tveita fisk útaftur, og eg kenni meg sviknan av mínum politikarum. Vit eiga nakrar av bestu fiskigrunnunum í heiminum, og kortini er øll fiskivinnan við at fara av knóranum, sigur maðurin, sum hevur verið fiskimaður í meira enn 40 ár.
Tað er heimasíðan fishupdate.com sum ber hesi tíðindi.