Lettland hevur seinnapartin í dag havt tíðindafund á Tórsvølli. Nøkur tíðindafólk eru við á ferðini, men tað sum merkti tíðindafundin er, at landsliðsvenjarin hjá Lettlandi ikki veit hvussu okkara lið spælir. Spurdur um hann ætlar at spæla við fýra í verjuni, ella við trimum miðverjum, svaraði hann aftur við einum spurningi.
- Sig mær hvussu tit spæla, so skal eg siga tykkum, sigur Aleksandrs Starkovs, venjari hjá Lettlandi.
Lars Olsen hevur somuleiðis ivast í hvussu Lettland fer at spæla og heldur fyri, at tað hevur týdning fyri hvussu føroyska spælið skal skipast. Sostatt er eitt sindur av einum taktiskum kríggið farið í gongd undan landsdystinum millum Føroyar og Lettland.
Hava vunnið á graslíki
Tað er ikki ein fyrimunur fyri Lettland, at spælt verður á garslíki, men venjarin letur ikki bara illa at, tí lettar hava eisini klárað seg á graslíki.
- Seinast vit vunnu var á graslíki, so tað kanska tað hendir aftur hesaferð. Men skemt til síðis, spælararnir hjá okkum vita at hetta er øðrvísi, men vit bara tillaga okkum til umstøðurnar, sigur Aleksandrs Starkovs.
Liðskiparin, 35 ára gamli Kaspars Gorkšs, ið hevur royndir úr eitt nú enskum fótbólti, helt fyri, at tað var gott at vøllurin verður vatnaður.
- Um eg kann velj at spæla á einum vatnaðum graslíkisvølli, so geri eg tað heldur enn turrum garslíki. Tá vøllurin er vátur ferðast bólturin eisini skjótt, sigur liðskiparin.
Skapa okkara egna trýst
Bæði venjarin og liðskiparin eru á einum máli um, at tað er trýst á Lettlandi. Liðið hevur tapt fleiri dystir upp í slag, og í mars mánaði tók Aleksandrs Starkovs við eftir Marians Pahars, sum legði frá sær.
- Eg haldi ikki at trýstið á okkum kemur frá dystinum móti Føroyum seinast. Eg haldi líka so nógv, at tað kemur av øllum hinum úrslitunum hjá okkum, sigur landsliðsvenjarin hjá Lettlandi, sum tosaði á tjóðarmálinum.
Liðskiparin, tann royndi Kaspars Gorkšs, megnaði at svara aftur á enskum. Hann hevur spælt við eitt nú Blackpool, Queen’s Park Rangers, Reading, Wolverhampton og Colchester United í Onglandi.
- Tað er ringt at siga um tað er meiri trýst á, tí vit taptu heimadystin, tí tað er langt síðani eftirhondini. Vit hava tapt dystir síðani tá. Eg haldi ikki tað er eyka trýst á okkum, men tað størsta trýstið leggja vit á okkum sjálvar, sigur Kaspars Gorkšs, ið heldur at føroyska landsliðið er væl skipað, væl fyri kropsliga og hevur klárað seg væl.
Rás2 er á Tórsvølli frá klokkan 15 í morgin. Landsdysturin millum Føroyar og Lettland byrjar klokkan 17.










