Lettarnir vóru ov sterkir

NSÍ noyddist at taka til takkar við einum 0-3 ósigri, tá ið teir høvdu vitjan av lettiska Metalurgs í UEFA-Cup kappingini á Svangaskarði hóskvøldið.

Tað var ikki nógv fólk, ið hevði leitað sær á Svangaskarð at hyggja eftir UEFA-Cup dystinum millum NSÍ og Metalurgs, men tey fólkini, ið vóru til dystin, sóu ein hampuliga undirhaldandi dyst, har NSÍ, hóast greiða tapið, als ikki gjørdi sær fyri skommum.

Stóðu væl á vøllinum
Tað var eitt sindur váttligt í veðrinum hóskvøldið, og vøllurin á Svangaskarði var rættuliga hálur og bleytur, men tað tóktist tó ikki darva spælinum nakað serligt.
Ikki óvæntað vóru tað gestirnir úr Letlandi, sum høvdu bóltin mest, men tað gekk striltið hjá Metalurgs at spæla seg til veruligar málmøguleikar. Orsøkin til hetta var fyrst og fremst tann, at verjan hjá runavíkingum við teimum fýra Brynjólvi Nielsen, Viggo Johannesen, Óla Hansen og Jónstein Petersen, stóð rættuliga væl á vøllinum. Serliga vóru tað teir báðir í miðverjuni, Viggo og Óli, ið spældu ein heilt góðan dyst.
Tað tóktist tó allatíðina bert ein spurningur um tíð, áðrenn tað fór at eydnast lettunum at seta hol á, og hetta hendi, tá ið fyrri hálvleikur var nærum hálvrunnin, men tað skuldi ein hjálpandi fótur frá NSÍ til.
Metalurgs spældi seg ígjøgnum í høgra borði, og vongurin slapp aftur til baklinjuna, áðrenn hann sendi hart og flatt innfyri. Har kom Jónstein Petersen sendandi, men hann var óheppin og beindi bóltin í egið mál til 1-0. Tað skal tó sigast, at hevði Jónstein ikki rakt bóltin, so stóð ein áleypari hjá Metalurgs leysur og hevði ivaleyst skorað, um Jónstein ikki var fyrstur á bóltinum.

Orkan gekk undan
1-0 var eisini støðan í hálvleikinum, men so hvørt sum seinni hálvleikur gekk, gjørdist tað alsamt greiðari, at orkan hjá runavíkingum fór at ganga undan. Lettisku spælararnir høvdu meiri yvirskot, og tað gjørdi eisini, at teir komu til eitt sindur fleiri málmøguleikar.
Seinni hálvleikur hálvrunnin, tá ið tað gjørdist 2-0.
Enn einaferð var talan um uppspæl gjøgnum høgru síðu hjá Metalurgs, sum endaði við, at ein bóltur bleiv sendur inn í málteigin hjá NSÍ, har innskifti Maris Bruders kom fram um Jens Martin Knudsen og sendi í netið.
Tað gekk heldur ikki long tíð, áðrenn tað gjørdist 3-0. Eins og í báðum teimum fyrstu málunum var talan um eitt innlegg úr høgra borði, sum Jens Martin missir úr hondunum, og so var ein annar innskiftur leikari hjá Metalurgs, Kristaps Grebis, knappur og skoraði til 3-0.

Saknur í Christan Høgna
Undan dystinum var ivi um landsliðsmannin Christian Høgna Jacobsen hjá NSÍ, ið fekk ein skaða í dysti sunnudagin. Tíverri gjørdist Christian Høgni ikki tøkur til dystin hóskvøldið, og tað er einki at ivast í, at hann var sjónliga saknaður. Ikki minst, tí Christian Høgni hevur drúgvar royndir á grasi og frá landsdystum, men eisini tí at hann hevði verið ein góður stuðul hjá nigeriumanninum Ike, ið tóktist rættuliga einsamallur í NSÍ-álopinum hóskvøldið.
Men avrikið hjá runavíkingum hóskvøldið var góðkent, og teir góvu ongantíð skarvin yvir og stríddust um hvønn einasta bólt. Um nakar spælari skal takast fram um aðrar, so má tað verða Viggo Johannesen í miðverjuni, og so Helgi L. Petersen, ið royndist serstakliga væl á defensiva miðvøllinum hjá NSÍ.
Á ólavsøku skal NSÍ so til Letlands at spæla returdystin, og tá ræður um at gera ein góðan figur.