Miðlahúsið verður í annaðkvøld karmur um ein kunnandi fund, har Sam Dunlop frá St. Norbert College í Green Bay, Wisconsin, fer at greiða frá útbúgvingarskipanini í USA við útgangastøði í sínum egna universiteti.
Í tí sambandi verður eisini Leivur Reinert Djurhuus við á fundinum, og hansara uppgáva verður at svara spurningum um, hvussu tað er at ganga á hægri skúla í USA.
- Eg havi gingið trý semester á St. Norbert College nú, og tí kann eg greiða frá, hvussu tað hevur verið fyri meg at lesa uttanlands. Her er talan jú um eina heilt aðra mentan, sum er ógvuliga lærurík, sigur Leivur R. Djurhuus.
Hann heldur, at tað hevur stóran týdning, at føroyskur ungdómur velur at taka hægri útbúgving uttan fyri Føroyar.
- Eg haldi, at tað hevur nógv at siga, at vit føroyingar royna okkum av, ikki bert í nærumhvørvinum so sum Norðurlond mugu roknast at vera. Við at fara longur út í heim kemur tú í eina heilt aðra mentan, og tað er ógvuliga læruríkt, sigur Leivur R. Djurhuus.
Sjálvur hevur hann upplivað tað sum eina ógvuliga spennandi tíð og eitt ógvuliga áhugavert umhvørvi á St. Norbert College.
Skúlin er rættiliga stórur, og har ganga 2.300 næmingar.
- Tað er eyðvitað stórur munur at koma frá einum føroyskum bygdarskúla til eitt slíkt college, men hjá mær hevur tað gingið sera væl. Eg eri limur í einum sonevndum »fraternity«, og vit gera nógv sjálvboðið, vælgerandi arbeiði, og tað kann so koma okkum tilgóða aftur, til dømis tá vit selja sodavatn á vøllinum hjá Green Bay Packers, sum er football-felagið í Green Bay, sigur Leivur R. Djurhuus.
Honum dámar sera væl serliga amerikanska fótbóltin, og á tann hátt sleppur hann ókeypis inn at síggja dystirnar.
Eitt annað, sum eisini verður sett í samband við amerikansk college, er ítróttur.
- Á skúlanum verður íðkaður alskyns ítróttur, og sum á øllum øðrum college’s í USA verður gingið sera høgt upp í hetta, so tað eru ríkiligt av møguleikum, um áhugin er fyri ítrótti, sigur Leivur R. Djurhuus.
Fundurin um útbúgvingarmøguleikar umrøður eisini lesnað í Australia, Polen/Ungarn, Holland/Belgia og Aberdeen. Fundurin verður í Miðlahúsinum í annaðkvøld og byrjar klokkan 19.30.










