Lestrarstuðulin skal hækka 10 prosent

Lestrarstuðulin skal hækkast fyri eggja ungum at lesa í Føroyum, ístaðin fyri at fara uttanlands

Skulu vit eggja fleiri føroyingum at útbúgva seg í Føroyum, er tað neyðugt at hækka lestrarstuðulin.

 

Tað heldur Javnaðarflokkurin og tískil hevur flokkurin nú lagt uppskot fyri Løgtingið um at hækka lestrarstuðulin áleið 10 prosent.

 

Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, staðfestir, at fólkatalið er í minking og at støðan er serstakliga álvarsom.

 

Tað er fyri tað mesta unga ættarliðið, serliga kvinnur, sum trot er á í  Føroyum og ein orsøk er tilboðini um útbúgving í Føroyum er ov lítið.

 

Kanna vit eftir, hvussu nógvar av gentunum, sum vórðu føddar í seinnu helvt av áttatiárunum, vísir tað seg, at bara 55 prosent av teimum búgva framvegis í Føroyum.

 

- Orsøkirnar eru uttan iva fleiri, men fremsta orsøkin er at kvinnurnar eru fluttar av landinum í útbúgvingarørindum, sigur formaðurin í Javnaðarflokkinum.

 

Javnaðarflokkurin heldur tískil, at tað er neyðugt at gera tað lættari hjá ungdóminum at útbúgva seg í Føroyum.

 

Men lestrarstuðulin er ein stórur vansi, tí hann er nógv hægri í Danmark, enn hann er í Føroyum.

 

Í hesum sambandi hevur tað stóran týdning at útjavnað fíggjarliga munin ímillum tey, sum útbúgva seg uttanlands og tey, sum útbúgva seg í Føroyum.

 

Í løtuni er lestrarstuðulin í Danmark einar 5.000 krónur um mánaðin eftir skatt.

 

Í Føroyum hægsti lestrarstuðul 3.737 krónur um mánaðin, Men tað eru bara tey, sum eru forsyrgjarar, ella sum hava egnan bústað –og kunnu prógva tað- sum fáa hesa upphæddina.

 

Hini fáa tann lægra studningin, sum er 1.800 krónur um mánaðin.

 

Men samstundis sum at studningurin er lægri í Føroyum, er tað dýrari at liva her.

 

Tí mælir Javnaðarflokkurin mælir til at lestrarstuðulin fyri øll lesandi í Føroyum verður hækkaður eini 10 prosent, soleiðis, at tann hægri stuðulin fer upp í  4.110 krónur um mánaðin og at tann lægri stuðulin fer upp í 1.980 krónur um mánaðin.

 

Hetta fer at kosta landskassanum einar 7,5 milliónir um árið.

 

Men javnaðarflokkurin heldur kortini, at tað verður óneyðugt at hækka útreiðslurnar hjá landskassanum

 

Flokkurin væntar nevniliga, at størsti parturin av hækkingini fer til beinleiðis nýtslu og tað føra so aftur til, at inntøkurnar hjá landskassanum av avgjøldum, fara at hækka góðar tvær milliónir.

 

Samstundis hava peningastovnarnir lækkað rentuna og sostatt eru útreiðslurnar hjá landinum av rentustuðuli munandi lækkaðar.