Lestrarstuðul til lesandi undir 18 ár

Tað gevur onga meining at halda ungdómi óneyðugt burtur frá útbúgvingarleiðini. Tí skulu eisini tey undir 18 ár, sum fara víðari í skúla eftir loknan fólkaskúla hava fullan útbúgvingarstuðul

Tað eru hendir nógvir batar við lestrarstuðulinum seinastu tíggju árini. Men enn er eftir at økja um møguleikan hjá ungum at fara undir víðari lestur beinan vegin eftir loknan fólkaskúla. Útbúgving er lykilin til framtíðar menning. Tí má politisk orka veruliga leggjast í hetta økið.

 

Nógv foreldur og nógvir ungdómar kenna til vansarnar, ið standast av, at verandi skipan fyri lestrarstuðul ikki røkkur til tey undir 18 ár. Hóast ungdómarnir hava hug skúlavegin, so kann vera trupult at fáa gerandisdagin og sosiala lívið at hanga saman, tí foreldrini sita stramt í tí fíggjarliga og næmingurin ikki fær lestrarstuðul.

 

Hetta kann í ringasta føri føra til, at ungdómar velja skúlavegin frá og velja tvey ár á sofuni við pitsa og kola í staðin. Hetta eigur samfelagið at gera nakað ítøkiligt við. Tí fer Javnaðarflokkurin í næsta valskeiði at broyta lógina soleiðis, at eisini lesandi undir 18 ár fáa lestrarstuðul.

 

Farna valskeið syrgdi Javnaðarflokkurin fyri, at stuðulsskipanin varð styrkt við einum mánaðarligum barnakekki til lesandi við børnum og við einum barsilsfarloyvi uppá eitt heilt ár við fullum útbúgvingarstuðuli. Vit eru før fyri at skapa úrslitini.