Tey, sum lesa, skulu ikki longur hava stuðul.
Tað heldur Jóhan Bech Húsgarð, næstformaður í Huxa, sum er ungdómsfelagið hjá Fólkaflokkinum.
Tvørturímóti skal lestrarstuðulin umleggjast til eitt lán til tey lesandi.
- Vit borgarligu halda tað vera rætt og rímiligt, at vit velja at gera ÚSUN og aðrar stuðulskipanir um til lestrarlán, sigur hann.
Hann sigur, at Føroyar missa nógvan pening í lestraríløgum, tá ungir føroyingar fara uttanlands, at lesa fyri studning og ikki at koma aftur at búgva og virka.
- Okkara stuðuls- og útbúgvingarskipan koyrir okkum á heysin, sigur næstformaðurin í Huxa.
Hann sigur, at eitt lestrarlán frá ÚSUN hevði eggjað ungum til at velja rætta útbúgving fyrstu ferð og at velja eina útbúgving, ið hevur starvsmøguleikar fyri eyga.
Hann sigur, at ein skipan við lestrarláni ístaðin fyri stuðul, hevði verið útreiðsluneutral fyri landskassan.
- Hetta vildi minka trýstið á landskassan, sum í dag oysir pengar í eitt botnleyst kar.
Savnsmynd
Les meiri her: