HUXA
-------
HUXA leggur nú fram uppskot um, at framyvir skulu allir miðnámsskúlanæmingar fáa lestararstuðul – eisini teir undir 18 ár. Miðnámsskúlalesandi undir 18 ár hava alt ov leingi verið fyri vanbýtið, tí tað bert eru lesandi yvir 18 ár, ið fáa lestrarstuðul.
Pleniklipparin hevur alt ov ofta rakt tey ungu miðnámslesandi, sum seinast við Helenu Dam á Neystabø á odda, skar yvir ein kamb og lækkaði studningin við heili 18% - úr 2200 krónum niður í 1800 krónur, fyri tann lægra studningin. Tað bleiv gjørt frá einum degi til annan – umframt at talan varð um, at hækka aldurin úr 18 upp í 20 ár. Umframt hetta varð ein mótrokningar skipan sett í verk, ið revsaði tey ungu lesandi, ið royndu at forvinna sær eitt sindur meira av peningi avtræt lestrarstuðulinum.
Við at fremja eina lítla skattaumlegging ber til at tryggja meirinntøkur til landskassanum upp á 11,9 mió. kr., ið skulu brúkast til at tryggja øllum miðnámslesandi lestrarstuðul.
Peningurin fæst til vega við at lækka barnafrádrátin í landskattinum niður í 16 ár, umframt at verandi játtanin til lestrarstuðul og bókastuðul verður støðug.
Harvið fer peningurin at fylgja tí einstaka lesandi, eisini eftir loknan fólkaskúla, og peningurin verður tá útgoldin sum lestrarstuðul.
Í 2011 vóru 564 lesandi undir 18 ár, sum sostatt høvdu fingið 1800kr í lestrarstuðli í 11 mánaðir, uttan tað hevði kostað landskassanum meira pening. Tískil ber tað til, við tílíkari umlegging, at tryggja lestrarstuðul til øll miðnámslesandi í Føroyum.
Við hesi skattaumlegging ber eisini til at hækka vistarhaldsstudningin hjá teimum lesandi undir 18 ár við 459kr um mánaðin.
Mett verður ikki, at nakar vansi er við, at peningurin fylgir barninum. Annaðhvørt fer ungdómurin út á arbeiðsmarknaðin eftir loknan fólkaskúla og fær harvið eina fasta inntøku, ella fer hann undir miðnámsútbúgving, og harvið verður peningurin útgoldin sum studningur ístaðin fyri at vera latin sum skattafrádráttur.
HUXA vil heita á Bjørn Kalsø um ikki at skerja stuðulin hjá teimum, ið eru undir útibúgving. Tað er uttan týdning hvussu langur teinurin er í skúla – býr næmingurin ikki heima, skal hann hava rætt til vistrarhaldsstudning hóast aldur ella tein