Leskiligt og lætt á Café 45

Bæði matur og umhvørvi á nýggju Café 45 í Klaksvík liva í allar mátar upp til væntaninar til eina nútímans kafé


Ein døgurðatíma herfyri vóru vit trý starvsfólk á Sosialinum, ið leitaðu okkum eftir einum matstaði í Klaksvík. Av tí at vit hvørki høvdu stundir ella hug at sessast við eitt rimmars døgurðaborð, kom onkur við hugskotinum at fregnast eftir, hvat nýggja Café 45 hevði at bjóða. 

Frískligt og lætt
Hóast skeltingin uttanfyri kundi verið eitt sindur týðiligari, var ongin ivi um, at vit vóru komin á rætta stað. Bæði hvat prísi og úrvali viðvíkur, er matarlepin á Café 45 av slíkum slag, sum sømir seg fyri eina nútímans kafé. Til ber at velja ímillum fleiri sløg av leskiligum salati og sandwichum, umframt at ein sokallaður Tapas tallerkur eisini var á matarlepanum. Einsamalli hanin í selskapinum hendan dagin var heldur svangari, enn vit báðar dámurnar, so hann valdi Tapas tallerkin, har ikki færri enn fimm smærri rættir vóru á  alt frá skinku, toski, royktum laksi, tikararækjum, osti og grovum breyði. Rættirnir vóru sera væl smakkandi og hóast tó vóru lættir, mettaðu teir samanumtikið sera væl, sambært okkara starvsfelaga.
Vit báðar bíløgdu sandwhich, onnur við salami og ost og hin við høsnarunga. Millum leskiliga breyðið við kryddurtum á salami/osta-sandwichini var t.d. rucola og frisé salat, reyðleykur, reyð piparfrukt, jalapéno, ríkiligt av leskiligum salami- og ostaskivum umframt hóskandi nøgd av dressing.
Eitt felags eyðkenni fyri matin á Café 45 er, at rávørurnar eru óvanliga frískar og settar saman á ein hátt, sum ger rættin lættan við eini fínari javnvág millum kjøt og grønmeti.

Serlig kaffiuppliving
Líka frá byrjan hevur Café 45 havt serliga dygdargott kaffi sum sítt sereyðkenni, og hetta skuldi sjálvandi roynast. So vit bíløgdu kaffi av slagnum Kenya AA, ið varð malið, meðan vit bíðaðu og borðreitt í smáum stempulkannum. Sigast má, at hetta gav eina heilt serliga kaffiuppliving, ið vit bert kunnu mæla fólki til at royna. Um ein heldur vil halda seg til tað meir kenda og vanliga ber eisini til at fáa Espresso, Cappuchino og café Latte á kaféini.
Samanumtikið var máltíðin á Café 45 væl omanfyri miðal, sjálvt um tænarin gloymdi at seta mjólk og sukur á borið afturvið kaffinum. Spell var tað eisini, at freistandi úrvalið av køkum ikki stóðu á matarlepanum, og vit tískil ikki varnaðust tað, fyrr enn vit fóru upp til diskin at gjalda.
Hóast rættiliga nógv fólk vóru inni á kaféini hesa løtuna, tóktist umhvørvið óvanliga ljóst, lætt og luftigt. Loyvt er ikki at roykja, og tónleikurin í bakrundini var júst passaliga frá, til at hann hoyrdist men hvørki órógvaði prát ella stemning.
Sum prikkurin yvir inum ber til at njóta ein røð av áhugaverdum listaverkum á veggunum á Café ella fylgja við í býarlívinum beint uttanfyri stóru vindeyguni, um ein heldur vil tað.
4 av 5 kaffikoppum til Café 45 í Klaksvík