Leskiligir føroyskir fiskarættir, uttan lønsemi

At tað er trupult at fáast við fiskaframleiðslu á landi er Norðfra í Norðdepli gott dømi um. Í 2007 hevði felagið eitt hall uppá 1.067 milliónir krónur. Seinastu 5 árini hevur samlaða hallið hjá fyritøkuni verið góðar 4 milliónir krónur. Hóast stór hall í fleiri ár rað hevur tað eydnast Norðfra at halda fram við virkseminum. Í 2005 fekk felagið eina hjálpandi hond frá sínum fíggingarstovni, og seinni eru nýggir íleggjarar komnir inn í myndina. Felagið fekk herfyri avtalu í lag við stóra danska handilsketu, um eina minni, men tó fasta leveransu, av sínum dygdargóðu fiskaúrdráttum.

Kelda: bl.fo