Leskilig salat úr restum av fiskadøgverðanum

Sambært kanning um føroyingar og matoyðsl, sum Á samtakið gjørdi í fjør, so siga 94 prosent av teimum spurdu seg koyra mat burtur, tí tey ikki klára at eta hann ella tí, at hann er farin um haldførisdato. Størsta orsøkin til, at maturin verður burturbeindur er, at hann er farin um haldførisdato.

 

 

Les eisini:Nýt døgverðarestirnar til nýggjar og leskiligar rættir

 

 

Les eisini: Matoyðsl: Vit koyra mest av døgverðarestum vekk

 

 

Restir av einum fiskadøgverða kunnu lættliga nýtast í eini spennandi og væl smakkandi fiskasalat sum hendan við skyr og avokado. Uppskriftin er til 4-6 fólk.

 

 

Tilfar:

 

·      1 blikk av mais (á leið 150 gramm)

·      Kjøtið úr ½ limefrukt

·      ¾ teskeið av grovum salti

·      Nýmalið pipar

·      1 búnað avokado

·      1 smáskorin reyðleykur (á leið 75 gramm)

·      150 gramm av skyr

·      1 súpuskeið av smáskornari myntu

·      300 gramm av kókaðum, dampaðum ella bakaðum fiski. Til dømis toski ella øðrum slagi.

·      100 gramm av salati

·      50 gramm av blaðsellarí í flísum

·      50 gramm av hakkaðum pistasiunøtukjarnum

 

 

Mannagongd:

Koyr mais, limefrukt, salt og pipar í blendaran og blenda væl. Koyr síðani avokado í og blenda. Koyr blandingina í eina skál og rør leykin, skyr og myntu í. Skil fiskin, sker hann í bitar og vend honum varliga í blandingini.

 

 

Legg salatbløðini og blaðsellaríið á eitt fat, og legg síðani fiskasalatina omaná. Stroy pistasiunøturnar oman á, og borðreið salatið saman við langbreyði ella bollum.