Lesandi skulu kunna fáa sær royndir

Útreiðslurnar til lestrarstuðul skulu tálmast, og tí æltar landsstýrið at umleggja ÚSUN-skipanina, so ein partur av studninginum verður lagdur um til lán.

Nú landsstýrið hevur lagt fíggjarkarmarnar fram, liggur í kortunum, at hetta lán skal rindast aftur, um so er, at tey lesandi – eftir eitt áramál – ikki koma heimaftur at búgva.

Sambært landsstýrið er ætlanin, at broytti útbúgvingarpolitikkurin skal eggja lesandi uttanlands til at flyta heimaftur eftir loknan lestur.

Broytta skipanin skal koma í gildi á sumri næsta ár, og sparingin í 2014 skal vera ein hálv millión krónur, í 2015 ein millión, í 2016 tvær milliónir og síðani hálvtriðja millión krónur um árið.

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, greiðir í ljóðbrotinum niðanfyri frá, hvussu broytingin verður framd: