Tað er ein forðing fyri fólkavøkstri, at nýútbúgvin ikki sleppa upp í ALS eftir loknan lestur.
Tað heldur Javnaðarflokkurin, sum nú hevur lagt uppskot fyri Løgtingið um at lesandi skulu sleppa upp í ALS eftir loknan lestur.
Eyðgunn Samuelsen, sum hevur lagt uppskotið fyri Løgtingið, staðfestur, at fráflytingin er størsta vandamál í føroyska samfelagnum og tí mugu allar forðingar fyri fólkatilflyting, takast gurgur
Tey, ið eru liðug við sína útbúgving, men ikki fáa arbeiði beinanvegin, sleppa ikki upp í ALS ímeðan tey leita eftir arbeiði.
- Ein stór forðing hjá teimum, ið hava lokið útbúgving, er, at tey ikki hava møguleika at innlima seg í ALS, meðan tey søkja sær arbeiði, sigur og Eyðgunn Samuelsen.
Hon vísir á, at í okkara grannalondum kunnu at lesandi fáa arbeiðsloysisstuðul eftir loknan lestur.
- Í́ Danmark fáa tey 657 krónur um dagin dag, ella 14.144 krónur um mánaðin, og tað kunnu tey fáa í tvey ár.
Hetta er minni enn onnur arbeiðsleys, fáa, tí tey fáa útgoldið 801 krónur um dagin, ella 17.355 krónur um mánaðin.
Í Føroyum fáa vit ikki arbeiðsloysistuðul, fyrrenn vit fyrst hava arbeitt og goldið inn í skipanina í eina tíð hetta og tá verður útgjaldið alt eftir, hvussu stór inntøkan hevur verið hetta síðsta árið.
Men veruleikin er eisini, at nógv av teimum, sum lesa, arbeiða í frítíðini.
- Sostatt hava tey flestu lesandi goldið inn í ALS í styttri ella longri tíðarskeið, meðan tey hava nomið sær útbúgving.
Hon heldur eisini, at eisini í Føroyum eiga lesandi at fáa eitt minstagjald úr ALS í eitt ár.
- Henda skipanin hevði bæði gjørt tað liviligt hjá teimum lesandi í Føroyum, so at tey ikki flyta av landinum og tað hevði eisini eggjað teimum uttanlands at flutt heim, heldur Eyðgunn Samuelsen.