Bæði lesandi í Føroyum og lesandi uttanfyri Norðurlond fara at merkja skerjingar, nú Mentmálaráðið hevur gjørt uppskot til løgtingslóg um broyting í løgtingslóg um lestrarstuðul.
Fýra mótmæli eru í skrivinum, sum tey lesandi hava sent.
Tey mótmæla, at ÚSUN – Tað er útbúgvingarstuðutuðul uttan fyri Norðurlond – verður skerdur við 40.000 krónum árliga, úr 120.000 krónum niður í 80.000 krónur.
Tey mótmæla, at tey lesandi, sum longu fáa ÚSUN missa stuðulin - um uppskotið verður samtykt - so peningaliga grundarlagið verður munandi skert í komandi ári, hóast tey eru farin undir útbúgvingina.
Tey mótmæla, at fleiri helst ikki fara at taka masterútbúgvingar. Tí annar stuðul dettur burtur eftir fýra árum, og tá er tørvur á meira enn 80.000 krónum til at rinda fyri útbúgvingina.
Og harumframt mótmæla tey, at aftur komandi ár, verður vanligi útbúgvingarstuðulin ikki prístalsreguleraður, sum hann annars hevur verið.