Lesa enn lestur umborð

Leirvík: Í gomlum døgum var vanligt, at menn lósu lestur umborð á skipunum hvønn sunnudag. Nógvastaðni er hetta avlagt, men ikki umborð á norska veitingarskipinum Prosper.

- Vit plaga at hava lestur sunnudagar, tá tað liggur fyri, sigur Henry Christiansen úr Leirvík, og sum er 1. meistari umborð. Við Prosper eru 10 mans – allir føroyingar.

- Vit hava einki ljóðføri, men plaga at syngja við hond, sum vit plaga at siga tað, greiðir Henry frá til Trúboðan.

Og hann leggur aftrat:

- Tað eru kanska fleiri, ið ikki seta seg føran fyri at halda eina andakt umborð. Men tað krevur hinvegin ikki so nógv at lesa ein lestur. Tað er at lesa hart úr eina bók, og tað kunnu tey allar flestu, sigur Henry.

Føroyska Sjómansmissiónin letur sangbøkur, Bíbliur, lestrarbøkur og sangfløgur umborð á skipini, har føroyingar eru við.