Lesa alt samdøgrið í Stranda skúla

Í dag verður skipað fyri maraton í lesing í Stranda skúla. Lisið verður út í eitt í 24 tímar, og síðani verður talt, hvussu nógvar síður eru lisnar

Byrjanardeildin byrjaði klokkan 8, og næmingarnir skiftast um at lesa til klokkan 13.30, tá miðdeildin tekur við. Næmingarnir í miðdeildini skiftast at lesa til klokkan 20.30, tá hádeildin fer undir at lesa. Næmingar í hádeildini skiftast um at lesa heilt til klokkan 8 fríggjamorgunin.