Les betri uppá, Jógvan Sundstein

Aftursvar til aftursvar:

Spennandi at fáa nýggjar pennavinir. Serliga tá hesir eru so óførir at skriva. Hesuferð havi eg verið serliga heppin, tí mín nýggi pennavinur, sum býr á flatlondum, hevur longu skrivað mær tvey brøv í bara tríggjar dagar. Hetta takka verið nýggju tøknini, har man ikki nýtist at sita og bíða í vikur, mánaðir ella kanska ár eftir posti sum í gomlum døgum, men kann senda brøv síni ígjøgnum teldu.

Ikki bert hevur mín nýggi pennavinur úr Danmark eftir øllum at døma góða tíð at skriva, hann er heldur ikki hvør sum helst. Tað vísir seg nevniliga, at hann einaferð hevur verið Føroya løgmaður. Eisini hevur hann verið bæði landsstýrismaður og løgtingsmaður. Bert knípur tað álvarsliga við minninum hjá hesum fyrrverandi stórpolitikara, tí frammalaga í brævinum til mín her á síðuni skrivar hann: ”Tað er rætt, at eg saman við øðrum, máttu taka á okkum eitt stórt upptak í 1989 og frameftir, men øll hendan gongdin hevur so nógv aspektir í sær, sum ikki hava við hetta orðaskifti at gera, men sum í øðrum sambandi kundi verið sera áhugavert.”

Hov, hov, mín góði pennavinur; upptak eftir hvørjum? Tær sjálvum? Eg eri tíverri noyddur at minna teg á, at tú fyrstu ferð varð valdur á ting longu í 1970. Við vanligari høvuðrokning merkir hetta, at tú í 1989 hevði sitið heili 19 ár á Løgtingi, harav stóran part av tíðini sum formaður í flokki tínum, Fólkaflokkinum. Ein flokkur, sum bæði áðrenn og aftaná var við í teimum flestu samgongunum og harvið hevði medábyrgd av tí høvuðleysa politikki, sum varð førdur frá miðskeiðis í sjeytiárinum til síðst í áttatiárunum, sum júst var títt tíðarskeið. Hesin politikkur var beinleiðis orsøkin til tað fallitbúgv, sum onnur máttu taka upp eftir tykkum í nítiárunum. Úrslitið kenna vit. Ein djúp samfelagskreppa, sum bar í sær, at hundraðtals familjur og túsundtals fólk máttu flyta frá húsi og heimi og leita sær til Danmarkar ella aðrastaðni at byrja eina nýggja tilveru.

Tú ert eisini so fryntligur at upplýsa mær, at tú kemur “við eini lýsing av hesum tíðarskeiði saman við øðrum politiskum upplivingum, eg havi havt. Men tær koma eina ferð seinri, helst um nakrar mánaðar, um annars lív og heilsa verður.”

Ja, ja ... tað gleða vit okkum til, so sannleikin um politikkin hetta tíðarskeiðið einaferð med alla verður lýstur av eini uttanveltaðari keldu. Eg meini tað....

Eitt ger meg tó keddan. Tað er, at tú mín kæri pennavinur ákærir meg fyri vánaligan journalistikk, bara tí eg greiði lesarum mínum frá, at partamaður tín – frákoyrdi landsstýrismaðurin í innlendismálum, Jacob Vestergaard – hevur kostað landskassanum útivið fimm mió. krónur fyri ivasama embætisførslu. At tú so roynir at koma við øllum møguligum undanførslum og umberingum hansara vegna við at geva øðrum skuldina fyri mistøkini, ger ikki støðuna betri.

Eisini bert tú rangan vitnisburð; nevniliga at “tað var sjálvt Løgtingið, sum legði seg út í málið, í fyrsta umfari gjøgnum landsstýrismálanevndina.” Og víðari skrivar tú: “Aftaná kunnu vit ásanna, at hann hevði staðið betur, um hann ikki fylgdi boðunum frá landsstýrismálnevndini, men hevði noktað at strika fiskiloyvið, men so eisini við teim fylgjum, sum stóðust av at verða frákoyrdur sum landsstýrismaður av Løgtinginum. Men alt hetta er ikki við í tíni grein.”

Hetta er beinleiðis ósatt, tí landsstýrismálanevndin gav ongantíð Jacobi Vestergaard boð um at taka fiskiloyvið aftur. Niðurstøðan hjá nevndini var, at tað sum Fiskimálaráðið gjørdi, var ólógligt, men at nevndin eisini samstundis segði í frágreiðingini, ið er dagfest 23. juni 2003:

“Tað er hereftir upp til landsstýrismannin í fiskivinnumálum, løgmann ella Løgtingið at taka støðu til møguligar fyrisitingarligar, politiskar og rættarligar avleiðingar av frágreiðing og niðurstøðum landsstýrismálanevndarinnar.”

Við øðrum orðum var tað fult og heilt upp til Vestergaard sjálvan, hvat hann kundi gera og ikki.

So mín góði pennavinur, eg má skuffa teg við at staðfesta, at tað ikki eri eg, men tú sum hevur gjørt eitt vánaligt “journalistiskt” arbeiði, tí pástandur tín er ikki í tráð við veruleikan. .

Um júst hetta kann eisini staðfestast, at Løgtingið ongantíð blandar seg av órøttum, tí landsstýrismenn eru útinnandi valdið, meðan Løgtingið er lóggevandi, og tí ber til at kalla landsstýrismenn tænarar hjá tinginum. Teir umsita vegna tingið. At Løgtingið ongantíð blandar seg av órøttum í embætisførsluna hjá landsstýrismonnunum, er § 38 stk. 1 í stýrisskipanarlógini eitt dømi um. Hon ljóðar soleiðis: ”Løgtingið setur eina trýmanna nevnd av løgtingsmonnum at hava eftirlit við, at starv landsstýrisins verður útint á lógligan hátt.” (landsstýrismálanevndin).

Hetta merkir, at tað faktisk skylda hjá landsstýrismálanevndini at viðgera eitt slíkt mál, og hetta málið varð jú eisini kært til nevndina.

Tað harmar meg eisini almikið, at tú framvegis leggur meg undir at hava rasistisk sjónarmið, bara tí eg loyvi mær at seta eitt roknistykki upp, hvat Sandoyartunnilin kostar, samstundis sum láturliga lítlar játtanir upp á ávikavist 100.000 og 200.000 krónur til góðgerandi felagsskapir sum ÍSB og KRIS eru strikaðar ella ikki eru við á fíggjarlógaruppskotinum.

Fyri tað fyrsta hevur hetta onki sum helst við rasismu at gera, og fyri tað næsta eru vit føroyingar ein og sama rasa, so heldur ikki her hevur tú lisið nóg væl uppá, mín góði pennavinur.

Hinvegin frøir tað meg, tá tú í sambandi við Dagblaðið og Pinochet skrivar, at tú ongantíð hevur tikið undir við diktaturleiðslum. Bert spell, at tú í tíðini sum floksformaður ikki nýtti høvi at taka týðuliga frástøðu frá hesum, tá tað veruliga hevði gjørt mun.