Leonardo misti røddina

Venjarin hjá AC Milan, brasilski Leonardo, er í trongum skóm, tí tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá hansara felagið higartil í hesum kappingarárinum. Um vikuskiftið rópti og skríggjaði Leonardo so nógv á sínar spælarar, at hann mest sum misti røddin, og hjálparvenjarin mátti tosa við fjølmiðlarnar eftir dystin. AC Milan fekk bert javnleik 1-1 ímóti Atalanta.