?Leoland? á Facebook

Eitt lag av nýggju fløguni hjá 200 ?Stokkhólmssyndromið? er at finna á Facebook. Lagið er sambært 200 ikki endaligt, men bert eitt útkast av lagnum ?Leoland? Á facebook ber til at síggja eitt tað nýggjasta lagið hjá politiska bólkinum 200. Eitt lag, sum verður at finna á nýggju fløguni hjá 200 ?Stokkhólssyndromið? nevnist ?Leoland?, og er eitt útkast av hesum lagi at finna á hesari leinkjuni

 

www.facebook.com/group.php

 

Viðmerkingarnar til lagið eru hesir.

 

- Soleiðis tekur 200 upp. Trummur, bass og gittar í senn. Síðani kemur sangur, rópikór og annað tingeltangul afturat aftaná.

Her taka vit upp ?Leoland?, sum verður fyrsta lagið á nýggju plátuni ?Stokkhólmssyndromið?, sum kemur út í apríl. Hettar er tó ikki upptøkan, sum endaði á plátuni, men næstan.

Kanska kunnu vit tykjast nakað deydligir á upptøkuni. Hetta er allarhelst júst orsøkin til, at tað ikki varð henda innspælingin, sum varð brúkt. Alt skal vera 100% í lagi, í senn og allan sangin: Orka, tempo, drive, fokkjúfaktorur, intensitetur, gittararnir skulu stemma o.s.fr. Júst her er tað vist bara tempo, drive og at gittararnir stemma, sum er í lagi, siga menninir handan 200.