Leonardo DiCaprio og Kate Winslet, ið vóru oddaleikarar í filminum Titanic frá 1997, hava nú tikið avgerð um, at hjálpa teimum seinastu ferðafólkunum frá tí veruliga Titanic Tey hava givið 30.000 dollarar til 98 ára gomlu Millvina Dean, tá ið tey frættu, at hon illa nokk hevði ráð til at gjalda fyri røktarheimið, ið hon býr á.
Tað sigst, at DiCaprio og Winslet fluttu peningin til kvinnuna, tá ið tey sóu myndir, ið myndamaðurin Don Mullan hevði tikið av Millvina. Myndirnar vóru seldar við tí endamálið, at savna pening inn til kvinnuna.
-Eg hugsaði, at um eg seldi allar myndir, so kundi eg tryggja Millvina í eitt heilt ár. Mín ætlan var tí at tvífalda upphæddina, soleiðis at eg kundi tryggja hana fíggjarliga í tvey ár. Eg avgjørdi tí, at tá ið eg lat upp myndaframsýningina, vildi eg spyrja James Cameron, Leonardo DiCaprio, Kate Winslet, 20th Century Fox og Celine Dion um at geva somu upphædd, ið eg megnaði at selja myndirnar fyri, sigur Mullan.
Tað sigst, at Mullan framvegis bíðar eftir svari frá Celine Dion, ið ognaði sær ein Oscar fyri sangin ?My Heart Will Go On?. Millvina Dean var bert 9 vikur gomul, og harvið yngsta ferðafólk umborð á Titanic, tá ið hon fór frá Southampton til New York saman við foreldrum og stórabeiggja sínum í 1912.
Hvussu leingi kvinnan nú er fíggjarliga tryggjað er ógreitt.