Lennart Johansson hevur sterkar menn aftan fyri seg

Fótbóltur: Lennart Johansson, sum roynir at gerast UEFA-forseti, hevur sterkar fótbóltsmenn í sínum parti

At sviin Lennart Johansson ætlar sær at gerast forseti í altjóða fótbóltssamgonguni FIFA, nú forsetin seinastu 24 árini, Joao Havelange, fer at leggja frá sær, er eingin loyna. Nýggjasti liðurin í valstríðnum hjá Johansson er ein faldari, sum er sendur út til fjølmiðlar um alt Europa.

Í hesum faldaranum, sum svenska fótbóltssambandið gevur út, stendur millum annað, at Lennart Johansson er til reiðar at føra FIFA inn í nýggja túsindárið. Hann ger greitt, hvørjar ætlanir hann hevur fyri fótbóltin í framtíðini og sigur m.a., at »heimsfótbóltur er eitt samfelag. Av hesi orsøk noyðist FIFA at styrkja enn meira um sítt demokratiska stýrislag. Fyri at styrkja demokratiska andan og fyri at skapa rættvís og javnvigandi viðurskifti millum FIFA, fótbóltssamgongurnar í teimum ymsu heimspørtunum og fótbóltssambondini, noyðast vit at kjakast opið um ein endurskoðaðan bygnað og síðani seta hann í verk.«

Eingin ivi er um, at Lennart Johansson hevur ítøkiligar ætlanir fyri framtíðar fótbóltin, og hann setur tær upp í fimm punkt:

1. Fótbóltur á »grasrótastøði« ? at styrkja fótbóltsrørsluna um allan heimin.

2. Fótbóltur á professionellum støði ? at seta greiða kós út í kortið og hava eftirlit við menningini av fótbólti á hægsta stigi.

3. Fótbóltur á fyriskipandi støði ? at taka umboð fyri øll fótbóltssambondini og fótbóltssamgongurnar í teimum ymsu heimspørtunum við í alt FIFA-virksemi.

4. FIFA og fótbóltssamgongurnar ? at endurskoða leiklutin hjá fótbóltssamgongunum í teimum ymsu heimspørtunum mótvegis FIFA.

5. FIFA og fótbóltssambondini ? at styrkja nationalu fótbóltssambondini politisk, peningaliga og bygnaðarliga.


Stuðul frá Laudrup

og Beckenbauer

Fleiri kend andlit í fótbóltsheiminum siga eisini sína hugsan um, hví júst Lennart Johansson skal vera næsti FIFA-forseti.

Eitt nú sigur Michael Laudrup:

? Lennart Johansson er ein veruligur fótbóltsmaður, ein maður sum lurtar eftir grasrótafólkunum, spælarunum, venjarunum og viðhaldsfólkunum. Hann er eins dámligur sum politikari og hann er sum menniskja. Og hann livir upp til slagorðið hjá FIFA: We Care About Football.

Og Franz Beckenbauer, sum eina ferð sjálvur ætlaði at stilla upp, men sum seinni settist aftur, hevur eisini bert rósandi orð at bera Lennart Johansson:

? Undir leiðsluni hjá Lennart Johansson hevur vøksturin í europeiskum fótbólti verið størri enn nakrantíð. Við sínum sterka støðufesti hevur Lennart Johansson ført europeiska fótbóltin inn í eina ríka framtíð.

Umframt Laudrup og Beckenbauer stuðla menn sum Sir Bobby Charlton, Pelé, Bobby Robson, Ingvar Carlsson, Juan Antonio Samaranch og Roberto Bettega eisini Lennart Johansson sum FIFA-forseta.