Ársins venjari í kvinnukappingini er Lennard Pedersen úr AB. Hann vann í kapping við KÍ venjaran og Víkinga venjaran.
AB vann silvur í landskappingini og gull í steypakappingini.
- Eg havi brúkt nógva tíð upp á venjarastarvið. Hetta hevur ikki verið fulltíðarstarv. Tað eydnaðist ikki at vinna FM, so næsta ár verði eg noyddur at brúka uppaftur meiri tíð upp á fótbóltin, enn eg havi brúkt í ár - kanska 20 tímar, helt fegni Lennard Pedersen, sum er valdur ársins venjari í kvinnufótbólti 2009.