Lene Marlin ein norskur singersongwriter setur flott hol á sjógvin við fyrstu útgávuni ?Playing My Game?. Hon hevur longu fingið tvey smærri hit við ?Unforgiveble Sinner? og ?Sitting Down Here?(besta lagið á fløguni).
Lene er ein dyggur lagskrivari. Hennara identitetur liggur í typiskt norðurlendskt klingandi røddini. Hon syngur væl. Stílurin er gjøgnumførdur poppur, ið lænir dúgliga frá amerikansku folk traditiónini.
Aftan á flotta up-tempo byrjan hevur ?Playing My Game? tó hug at søkka nakað niður í tað ikki serliga spennandi balladu myrkrið.
Líka so heilar sum kompositiónirnar ofta eru, líka so nógv verður sjuskað við tekstunum, har enska grammatikkin er heilt groggy í fleiri førum. Men soleiðis kann tað vera so torført at tøma sítt hjarta á fremmandum máli ? ein vælkendur trupulleiki hjá fleiri norðurlendskum artistum, ið vilja inn á altjóða marknaðin við enskum sum høvuðsmáli. Tá so stílurin hellur so nógv á vísuborðið, sum ?Playing My Game?, so gerst hesin veikleikin uppaftur sjónligari.
Við síni ?Playing My Game? er kortini lítið at ivast í, at Lene Marlin er komin fyri at vera, serliga tí hon hevur evnini at skrivað góð løg, og so hasa røddina, tú kennir aftur alt fyri eitt.