Við Lene Espersen sum formanni kann Konservativi Fólkaflokkurin fáa tvær ferðir so stóra undirtøku sum nú Tað hevur leingi ligið í luftini, at tað verður ein kvinna, sum skal taka við formansstarvinum í Konservativa Fólkaflokkinum í Danmark, tá Bendt Bendtsen eina ferð leggur frá sær. Spurningurin hevur bara verið, um tað verður Lene Espersen, løgmálaráðharri, ella Connie Hedegaard, orku- og veðurlagsmálaráðhari.
Nú vísir ein meiningakanning hjá kanningarstovninum Greens, at konservativi flokkurin eigur at velja Lene Espersen til sín næsta formann. Tí sambært kanningini siga 18 prosent av teimum spurdu veljarunum, at tey fara í hvussu er at umhugsa at velja konservativa flokkin, verður Lene Espersen formaður.
Kanningin vísir eisini, at flokkurin hevði eisini fingið framgongd við Connie Hedegaard sum formanni, men hon hevði tó ikki útvegað flokkinum so nógvar veljarar sum Lene Espersen.










