Álendsk framsýning í Norðurlandahúsinum

Leygardagin 5. Apríl verður álendsk framsýningin innan sniðgeving upp í Norðurlandahúsinum. Við á framsýningini eru 30 listafólk innan nútímans sniðgeving.

Álendska ferðaframsýningin form.ax hevur samlað tað besta av samtíðar álendskari sniðgeving. Endamálið við Framsýningini er at geva eina heildarmynd av álendskari sniðgeving í góðsku og nýskapan. Víst verður bæði siðbundin og nútímans sniðgeving hjá 30 listafólki. Framsýningin letur upp 5. apríl 2008 kl. 16, við hesari skrá:

- Álendski bólkurin Skrå, ið vann tónlistakappingina Music.ax í 2006, spælir

- Thorolf Björklund, fyrrv. finskur aðalkonsul í Føroyum letur upp framsýningina

- Álendski bólkurin Skrå spælir

Åsa Juslin, stjóri fyri Nordens Insitut på Åland og Lykke Pärtfors, samskipari, Nordens Institut på Åland eru í Føroyum til framsýningina.

Framsýningin heldur fram til 26. apríl.