Lendi við punkteraðum høvuðshjóli

Eitt nógv seinkað SAS-flogfar - SK954 - ávegis úr Miami lendi í dag klokkan 14.53 í Keypmannahavnar Lufthavn við einum punkteraðum høvuðshjóli.

Eitt nógv seinkað SAS-flogfar - SK954 - ávegis úr Miami lendi klokkan 14.53 í Keypmannahavnar Lufthavn við einum punkteraðum hjóli.

 

- Tað er eitt av høvuðshjólunum í flogfarinum, sum er punkterað, men flogfarið hevur lent uttan trupulleikar, sigur samskiftisráðgevin í lufthavnini, Sara Emborg, við danskar tíðindamiðlar.

 

Samskiftisráðgevin vísir á, at hjólið punkteraði, tá flogfarið fór á flog úr Miami, tí flogskiparin bar við tríggjar lampur á startbreytini.

 

Áðrenn flogfarið skuldi seta seg í Keypmannahavnar Lufthavn, fingu ferðafólkini at vita um støðuna, og fyri tryggleikans skuld vóru bæði løgregla og sløkkilið við landingarbreytina, tá flogfarið í øllum góðum lendi.

 

Í Keypmannahavnar Lufthavn siga tey, at tað er ikki so sjáldan, at hjól á flogførum punktera - uttan, at hetta elvir til trupulleikar við lending.

 

SAS veit at siga, at hond verður tikin um ferðafólkini - eisini tí, at flogfarið, sum ætlandi skuldi lenda í Keypmannahavnar Lufthavn tíðliga í morgun, var nógvar tímar seinkað orsakað av illveðri.