- Tað er upp til tey bjóðandi at koma við skitsuuppskoti um, hvussu byggingin verður skipað. Kravið er, at fýra íbúðir skulu gerast sambært almennu byggisamtyktini, sigur kommunan

Klaksvíkar kommuna bjóðar grundstykki út til íbúðir

Klaksvíkar býráð hevur samtykt at seta eitt lendi til íbúðarverkætlan niðan Horn til sølu

- Tað er upp til tey bjóðandi at koma við skitsuuppskoti um, hvussu byggingin verður skipað. Kravið er, at fýra íbúðir skulu gerast sambært almennu byggisamtyktini, sigur kommunan

Í lýsingini av søluni stendur, at tað er upp til tey bjóðandi at koma við skitsuuppskoti um, hvussu byggingin verður skipað.

 

- Men, kravið er, at fýra íbúðir skulu gerast sambært almennu byggisamtyktini.

 

Soleiðis siga tey í Klaksvíkar kommunu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at Klaksvíkar býráð hevur samtykt at seta lendið til íbúðarverkætlan niðan Horn til sølu.

 

- Økið er umleið 630 fermetrar, og kostnaðurin fyri økið er 1.150 krónur fyri fermeturin - ella 724.500 krónur tilsamans. 

 

Nærri kunning um søluna av lendinum kann síggjast um heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu - www.klaksvik.fo

 

 

 

- Tað er upp til tey bjóðandi at koma við skitsuuppskoti um, hvussu byggingin verður skipað. Kravið er, at fýra íbúðir skulu gerast sambært almennu byggisamtyktini, sigur kommunan