Lena Anderssen hevur leygarkvøldið sína fyrstu almennu konsert, síðani fløgan “Letters From The Faroes” kom út í november í fjør. Lena vann tríggjar heiðurslønir á Planet Awards fyri útgávuna. Umframt bólk at spæla undir hjá sær, hevur Lena eisini íslendskar strúkarar við á pallin til hesa framførsluna, og myndamaðurin Bárður Eklund hevur gjørt myndlist til konsertina.
Lena Anderssen
Norðurlandahúsið í Havn
Leygarkvøldið 14/4 kl. 19.30










