?Let Your Scars Dance? við Lenu Anderssen er innstillað at vera millum 14 tær bestu fløgurnar innan kvinnuliga singer-songwriter sjangruna Amerikanski felagskapurin Just Plain Folks hevur nominerað Lenu Anderssen fyri bestu fløgu og besta sang. Fløgan er ?Let Your Scars Dance? og lagið er ?And Life Carries On?, ið er at finna á somu fløgu.
Lena er somuleiðis tann einasti kvinnuligi sangarin og sangskrivarin í hesi kategori, sum ikki er úr USA.
Just Plain Folks er ein felagskapur teljandi 51.500 sangskrivarar, sangarar og onnur yrkisfólk innan tónleikaídnaðin. Hesin felagskapur hýsir eisini tí, tey sjálvi rópa heimins størsta óhefta tónleika heiðurstiltaki, sum verður hildin 2. hvørt ár ? hesaferð í Nashville í USA 29. august. Um Lena fer til Nashville í hesum sambandi, er ikki greitt enn.
Sambært fyrireikarunum, so hava heilar 42.000 fløgur og 560.000 løg verið í umfari í dómsnevnd, áðrenn komið er fram til tilnevningarnar. Júst stóra tali á fløgum og løgum ger, at hetta award hátíðarhaldið bert verður hildið annað hvørt ár.