Fløgan hevur verið fløgan hesa vikuna á Sky Radio. Sky Radio er ein av teimum størru komersiellu útvarpsrásunum á danska marknaðinum. Men eisini á stóru almennu rásunum P3 og P4 hevur Step on the gas verið nógv at hoyrt. Tjecklisten er júst á P3. Hetta er ein sera vælumtókt hitlista sending, har lurtarin atkvøður og soleiðis avger raðfylgjuna. Fyrr hava Guðrun Sólja Jacobsen, Gunnar og Teitur Lassen roynt seg á listanum.
20 løg eru á listanum og hvørja viku eru hópin av eykaløgum, hesa vikuna eru ikki færri enn 16, so tað er eitt fitt petti eftir inntil Lena er heilt innanfyri, men eingin ivi er um, at hetta er eitt herðaklapp.
Til ber at hoyra sendingina og atkvøða á heimasíðuni hjá listanum, til ber at atkvøða til týsdag, so í dag er síðsta freist: www.dr.dk/p3/tjeklisten/index.asp