24. juni fylti Elsebeth Malena Syderbø í Klaksvík 90 ár. Hóast nakað av tíð er liðin, vil eg fegin koma við einari heilsan og siga nøkur orð um hesa stillføru álitiskvinnu.
Lena, sum hon vanliga verður nevnd, er ættað úr Kunoy. Dóttir Siggu Malenu og Dánial Julius Poulsen. Hon var bert níggju ára gomul tá pápin doyði av lungnabruna, og tað kom at merkja hana alt lívið. Tey vóru níggju sysktin. Fimm beiggjar og fýra systrar. Lena er elst av systrunum, og tí kom nógv at hvíla á hennara herðum frá barni av. Hon lærdi at binda longu níggju ára gomul og m.a. bant hon teimum eldru beiggjunum nógv hosupør, tá teir skuldu til skips. Hon var mammuni Siggu ein stór hjálp.
Sum ung tænti Lena á Føroya Fólkaháskúla í Havn. Her hevði hon eina góða tíð, hóast ófriðartíð var. Hon plagar at greiða frá, tá bumbað varð í Sandagerði. Og hon tosar eisini mangan um fólkini, sum myndaðu Háskúlan, Rasmus Rasmussen, Símun av Skarði og konuna Sonnu. Tað krógvast ikki, at hon hevur sera stóra virðing fyri teimum fólkunum.
Lena giftist við Johan Syderbø, sum eisini var kunoyingur og tey fingu mong góð og rík ár saman. Níggju eru børnini: Dánial, Jonly, Sigurd, Hemming, Jógvan, Birgir, Pavla, Jørleiv og Frank. Og tað hevur sanniliga fruktað væl. Ommubørnini eru 30 í tali og langommubørnini 24. Johan doyði fyri 10 árum síðani.
Stutt eftir at tey vóru gift, bygdu Lena og Johan sær hús á Stongunum í Klaksvík. Har hevur gestablídnið altíð verið avbera stórt, og orðatakið um hjartarúm og húsrúm kann av sonnum verða brúkt um hetta heimið. Umframt tað stóra húskið, búðu stundum onnur í familjuni eisini her. Lena røkti heimið til fulnar, og tað gjørdi, at maðurin Johan kundi leggja alla orku í at skaffa teimum dagliga breyðið í munnin.
Lena býr framvegis í heiminum á Stongunum. Hon fylgir framvegis væl við í øllum viðurskiftum í samfelagnum. Hon situr undir hvørjari røðu í Løgtinginum, tí er Tingið saman, er Tingvarpið frá í stovuni hjá Lenu. Og tá hennara viðmerkingar falla, er lítil ivi um hennara politiska lit. Hon er eitt brennandi fullveldisfólk.
Lena hevur sera gott minni. Hon minnist hvønn tann einasta føðingardag, brúdleypsdag og aðrar merkisdagar í familjuni.
Tað andaliga fyllir nógv. Lena hoyrir hvønn tann einasta morgunlestur í Útvarpinum. Stundum lurtar hon bæði fyrru ferð og seinnu ferð hann verður sendur. Men tað er fast, at klokkan fimm minuttir yvir 10 situr hon við blýanti og pappíri, klár at skriva sálmanummrini niður, og so syngur hon við av fullum hjarta. Tað ger hon eisini, tá guðstænasta er í Útvarpinum sunnumorgun. Og í sjónvarpinum fer heldur ikki ein guðstænasta aftur við borðinum. Og sunnudag hyggur hon eisini eftir DR-kirken í DR1.
Hóast Lena sum sagt hevur búð í Klaksvík í mong ár, hevur hon framvegis eina serliga kenslu fyri heimbygdini Kunoy. At fara í kirkju í Kunoy sigur henni nakað heilt serligt, og hon setir seg altíð í bonkin, har húskið plagdi at hava sítt fasta pláss.
90 ára føðingardagurin fall á ein sunnudag, og tí var tað náttúrligt, at Lena og hennara kæru byrjaðu stóra dagin við at fara í kirkju í heimbygdini hjá føðingardagsbarninum. Hendan dagin prædikaði viðareiðisprestur Kirsten Donskov Felter, og føðingardagsbarið fekk eisini eina heilsan í sjálvari prædikuni.
Eftir guðstænastuna varð døgurði fyri teimum nærmastu í bygdarhúsinum í Haraldssundi. Og klokkan fýra var opið hús har. Mong, skyldfólk og kenningar, nýttu høvi at koma at heilsa upp á føðingardagsbarnið. Og hóast Lena ger lítið burtur úr sær sjálvari, so er hon ógviliga glað fyri dagin.
At enda vil eg takka Lenu Syderbø fyri nógvar góðar løtur, og vónandi verða tær nógvar afturat.
-----
vinur