Fyrst í hesum mánaðinum spældi Lena á Sopot festivalinum í Pólandi. Á heimasíðu síni sigur føroyskt/kanadiska songkvinnan, at tað var sera stuttligt at luttaka á festivalinum. Eini 5000 fólk vóru á konsertini, ið eisini varð send í polskum sjónvarpi. Tað var almenna sjónvarpsrásin TVP1, ið sendi konsertina og mett verður at eini 4 milliónir pólakkar hugdu at henni.
Seinni í hesum mánaðanum fara Lena og Niclas til Los Angeles at ljóðblanda nýggju fløguna, ið songkvinnan hevur arbeitt við seinastu mánaðarnar. Í hesum sambandi spælir Lena nakrar intimar solokonsertir í Los Angeles í 25. august í LIVE AT THE LOUNGE og 29. august í Genghis Cohen.
Tað er kendi amerikanski blandarin Ryan Hewitt, ið ljóðblandar fløguna í Encore Studios. Ryan Hewitt verður mettur at vera ein av mest eftirspurdu ljóðblandarum í heiminum í løtuni, eftir at hann ljóðblandaði dupultfløguna Stadium Arcadium hjá Los Angeles bólkinum Red Hot Chili Peppers. Áðrenn Lena kemur heim aftur fer hon ein túr til hitt heimlandið Kanada og spælir eina konsert 9. september í Media Club í Vancouver.