Í tónleikasendingini hjá Águsti Bogasyni var Lena gestur, tey tosaðu um hana, um hennara tónleik og um hennara framtíðarætlanir. M.a. segði Lena, at hon væl kundi hugsa sær at komið aftur til Íslands og upplivað meira av landinum, enn hon sleppur hesaferð, tí longu mánadagin skuldi hon víðari til London at spæla inn.
Lena og Niklas spældu løgini Stones In My Pocket og Dawn. Hetta eru tvey av sterkastu løgunum hjá songkvinnuni og er henda útvarpsframførsla uttan iva sera sølufremjandi fyri hennara fløgu, ið kom út í Íslandi fríggjadagin..