- Vit úttala okkum ikki um viðurskifti við kundar okkara, men eg kann siga, at vit eru nøgd við dómin.
Tað sigur Lena L. Mohr, stjóri á Sansum.
Hon hevur annars onga viðmerking til málið av nøkrum slag. Undir rættarviðgerðini róði dómarin annars upp undir, at partarnir søktu semju, og hann hevði eisini eitt uppskot, sum bar á tað borðið, at Sansir slakaði í sínum krøvum. Kortini fekk Sansir í posa og sekk við dóminum.
Umframt at rinda báðar rokningarnar frá Sansum upp á tilsamans 169.400 krónur, varð Sambandsflokkurin eisini dømdur at gjalda Sansum 30.000 krónur í sakarmálskostnaði umframt 1,5% í rentu av 152.000 krónum frá 15. mars 2008 at rokna og av 17.400 krónum frá 15. januar 2008 at rokna.
Tað merkir eina rentuútreiðslu hjá Sambandsflokkinum upp á tilsamans 85.295 krónur, sum so aftur merkir eina eykarokning upp á tilsamans 115.295 krónur.
Heldur ikki tað hevði Lena L. Mohr nakra viðmerking til, eins og hon heldur ikki vildi gera viðmerkmingar til, um Sambandsflokkurin frameftir fór at teljast millum kundarnar hjá Sansum.