Lena og Niclas á Vestanstevnu

Lena og Niclas høvdu fyri einum mánaða síðani sína fyrstu almennu konsert í Føroyum í ár, tá tey spældu fyri útseldum Sjónleikarhúsi. Sunnudagin kl 17.00 gongur leiðin til Miðvágs Kirkju, tá Vestanstevnan stendur fyri fullum útblástri.

- Eg haldi, at tað er kul at sleppa at spæla í einari kirkju. Havi bara hoyrt, hvussu akustikkurin er inni í kirkjum, og man hoyrir, at tað ljóðar lekkurt, greiðir Lena frá

 

 

Lena Anderssen og makin Niclas Johannesen eru í Føroyum í løtuni og arbeiða við tónleikinum. Tí kunnu tey nú hava sína næstu konsert her á klettunum uppá heilt stutta tíð. Fyrru ferð var í Sjónleikarhúsinum síðsta mánaða. Hesaferð er tað í Kirkjuni í Miðvági sunnudagin kl 17.00 til Vestanstevnuna, sum er um vikuskiftið.

- Vit brúka Føroyar sum basa beint nú. Í hvussu er í nakrar mánaðar. Vit skriva eina rúgvu av løgum og brúka eitt sindur av tíð til at umhugsa kósina hjá okkum. Tað er rættiliga ópraktiskt at vera her, tá man skal út at spæla á støðum, sum eru longri burturi enn Danmark, tí tá krevur tað so nógva ferðing. Men tað er gott alíkavæl at vera her og arbeiða í eina tíð, sigur Lena, tá hon verður spurd um, hvat hon tekst við í Føroyum.

 

Hvussu er støðan hjá Lenu og Niclas í dag aftaná drúgva tíð í tónleikabransjuni?

- Vit framleiða popptónleik, og tað er ein ógvuliga harður marknaður. Poppur er jú so nógv. Fyri summi er tað Britney Spears, fyri onnur er tað Beatles og aftur onnur kanska U2. Men vit arbeiða við at fáa fløguna út í londum, har poppmarknaðurin er. T.d kemur »Let your scars dance« út í Danmark seinni í ár. Vit tosa eisini um Týskland og Norðuramerika, also Canada og USA. Tað snýr seg eisini nógv um, hvønn tú kennir. At vera rætta staðið og skapa tær kontaktir. So fer bólturin á rull, og tað er altíð stuttligt at síggja, hvørjar hurðar opnast av tí. Sum alt annað er tað hart arbeiði, men tað er eisini nøktandi.

- Tað gongur annars væl hjá okkum. Vit kunnu liva av tónleikinum, og tað er jú deiligt. Vit gera eisini alt sjálvi við at promovera og marknaðarføra okkum, og tað krevur nógva orku at skula hava pláss til bæði tað kreativa og tað funktionella. Men man hevur arbeitt í tónleikabransjuni í nógv ár nú, og uppá eitt ella annað tíðspunkt lærir man at sleppa illusiónunum; man finnur líkasum útav mekanismuni í tingum. Man blívur innstillaður uppá, at einki kemur av sær sjálvum, og at líkamikið hvar man fer næst, so verður tað hart arbeiði.

- Eg haldi ikki, at grasið er grønari nakrastaðni. Tí at sjálvt um okkurt sær gott út á pappírinum, so krevur tað nógv. Og tað er týdningarmikið at vera optimistiskur uppá tann realistiska mátan; at síggja tíðina ann og halda fast í sínum málsetningi, vilja og tilfari. Eg eri í øllum førum glað fyri tað staðið, eg eri komin til í dag, sigur Lena væl nøgd.

 

Hvussu er at spæla í Føroyum í mun til onnur lond, eitt nú Kanada?

- Tað er deiligt at spæla í Føroyum. Ein munur á skandinaviskum londum og enskt talandi londum, sum eg merki týðiliga, er, at fólk reagera ógvusligari uppá tekstirnar í teimum enskt talandi londunum. T.d vóru vit í Írlandi fyri tveimum vikum síðani og spældu »I still love you« til eitt brúdleyp. Sangurin snýr seg um tey irriterandi tingini við makanum, men at man elskar viðkomandi alíkavæl. Og tey flentu aftaná næstan hvørja linju, sum eg sang. Tey fylgdu ordiliga við í orðunum ella so. Í Føroyum gagnast tað uppá ein annan máta. Fólk fata tað eitt sindur róligari, og akkurát tað persónliga í tí, haldi eg er ógvuliga áhugavert; at teksturin hevur nógv at siga, men at tað er so ymiskt, hvussu hann verður uppfataður.

- Í Føroyum er eisini lættari at skapa hugna, her er meira nærvera. Tað kemur sjálvandi eisini ann uppá, hvar man spælir; um tað er ein stórur pallur við fólki allastaðni, ella um tað er ein lítil, intimur pallur. Men tíbetur er tónleikur universalur, so sjálvan tónleikin skilja fólk allastaðni, óansæð hvar tú ert. Hetta legði eg serliga merki til, tá vit vóru á turne í Spania í fjør. Har duga øll jú ikki enskt, so eg royndi at kommunikera via tónleikin, tí tað sterkasta er musikkurin sjálvur. Tey klappaðu við uppá ein heilt annan máta, enn eg hevði hoyrt fyrr. Eitt sindur í flamenko. Sovorðnar títtar offbeat rútmur. Klapping her í Føroyum og Danmark er eitt sindur tyngri. Men tað kemur so aftur ann uppá spælistaðið, og hvørjum forumi tú ert í.

- Burtursæð frá hesum tingunum, er tað ikki so stórur munur, greiðir Lena frá.

 

Hvussu verður framførslan um vikuskiftið?

- Nú spæla við til Vestanstevnuna í kirkjuni í Miðvági. Eg haldi, at tað er kul at sleppa at spæla í einari kirkju. Havi bara hoyrt, hvussu akustikkurin er inni í kirkjum, og man hoyrir, at tað ljóðar lekkurt. Vit hava ikki fyrireikað nakað stórt yvirraskilsi til hesa framførsluna enn. Tað kann tó vera, at vit fara at spæla onkur nýggj løg, sum øll ikki hava hoyrt enn. Tað verður í hvussu er baserað á tveir gittarar og vokalar. Og so taka vit kanska ein triðja persón afturat at gera okkurt. Men tað mugu vit líka fáa at síggja.

- Tað er deiligt at sleppa at royna hetta eisini; at kunna spæla til ymisk tiltøk. Tað eru so nógv forum, man spælir í. T.d festivalar við knall á, og so nú í einari kirkju við meira akustiskum tónleiki, ið gevur ordiliga pláss til nuansir. Mær dámar væl bæði tingini. Tað er í hvussu er stuttligt at spæla runt umkring. Og gott at kunna geva teimum har vesturi møguleika at fara á konsert, uttan at skula koyra so langt.

 

Konsertin við Lenu og Niclas er sunnudagin 13. juli kl 17.00 í Miðvágs kirkju. Hon verður í umleið ein tíma, og tað er ókeypis atgongd fyri øll.