Tað er vorðið sjáldsamt, at Lena og Niclas eru á palli í Føroyum. Tey búgva nú í kanadiska býnum, Vancouver, og har royna tey at koma fram við sínum tónleiki.
Men fríggjakvøldið 24. august kunnu tey aftur upplivast á føroyskum palli.
Tey fara at spæla unplugged á dansistaðnum, Platform, í Havn, har diskotek eisini verður á skránni. Tey fara at spæla nýggjar og eldri sangir hjá sær, og millum sangirnar eru sjálvandi teir, sum tey framføra í Kanada.
- Vit royna at vinna okkum fram lokalt í Vancouver, og tað gongur rætta vegin við tí. Nú skulu vit ikki longur út at stríðast fyri at sleppa at spæla onkrastaðni. Vit fáa eisini góð tilboð um at koma til stór og góð tiltøk í Vancouver, sigur Niclas Johannesen.
Sangir hjá Lenu verða eisini spældir á útvarpsrásum, og tey verða eisini interviewa á ymsum rásum. Umframt lokala marknaðin í Vancouver er vónin eisini, at tey kunnu náa longur út við sínum tónleiki.
Men fyrst á skránni er nú ein unplugged framførsla á Platform.










