Lena nýggjur smittuverjufrøðingur

Heilsuverk Føroya hevur sett Lena Lambaa í starv sum nýggjur smittuverjufrøðingur. Tað skrivar landssjúkrahúsið á síni heimasíðu í dag.


Eftir ætlan, so skal Lena Lambaa avloysa núverandi smittuverjufrøðingin, William Smith, ið heldur fram í sínum starvi í eitt ár, meðan Lena Lambaa er í upplæring.


Lena er útbúgvin sjúkrarøktarfrøðingur, og hevur arbeitt fleiri ár á infektiónsmedisinskari deild á Odense Universitetssjúkrahúsi.


Uppgávurnar hjá Lena Lambaa verða millum annað at skipa fyri almennum- og bráðfeingis smittufyribyrgjandi tiltøkum, at ráðgeva um smittufyribyrgjandi sniðgeving av nýbygningum og umbyggingum og keyp av røktar- og viðgerðarútgerð, skrivar Landssjúkrahúsið.


Nýggi smittuverjufrøðingurin byrjaði í starvinum 1. mai.