Lena hevði fyri tveimum vikum síðani sína fyrstu almennu konsert í Føroyum í ár, tá hon spældi fyri útseldum Sjónleikarhúsi. Hetta er tó fyrstu ferð, Lena hevur konsert við egnum tilfari í eini kirkju. - Eg havi ongantíð havt egna konsert í eini kirkju, so tað er ein heiður fyri meg at vera boðin til Miðvágs at hava konsert har. Eisini ljóðar tað spennandi, tí kirkjan er kend fyri sín góða akkustik, so eg vóni, vit øll fara at hava eina góða løtu har sunnudagin, sigur Lena.