Lena live í Spaniastovu

Tá Lena Anderssen trínur á pall leygarkvøldið 26. mars í Spaniastovu, er hon nýliga komin aftur av konsertferð í Danmark í sambandi við nýggju útgávu hennara Eagle In The Sky, sum er útgivin av donskum plátufelag.


Umframt mongu av hennara løgum, ið vit kenna, fer føroyska songkvinnan at framføra løg av nýggju útgávuni. Higartil hevur lagið "Eagle In The Sky" verið at hoyrt í føroyskum útvarpi og eisini danska útvarpsrásin P4 hevur spælt lagið dagliga seinastu vikurnar.  


Hesaferð er Lena upp aftur betur mannað, tí aftrat sær hevur hon Niclas Johannesen á guitar, Jóhannus á Rógvu Joensen á bas og Ólavur Olsen á trompet.