- Lena Anderssen hevur fingið forfall til konsertina til frama fyri Barnheimið í Havn. Í hennara stað kemur ein av okkara allar størstu trubadurum. Hanus G. Johansen var kvikur at játta, nú ástóð.
Johan Ásmundsson, fyrireikari, sigur seg harmast um at noyðast at broyta skránna so tætt uppundir konsertina.
- Men, Lena Andersen hevur fingið krím og hevur mist røddina. Vit eru sera takksom fyri, at Hanus G. Johansen kundi avloysa við so stuttum skoðbráði, sigur hann.
Fyrireikarin vísir á, at Hanus G. Johansen fer á pall á konsertini, har Kristina Bærendsen, Jens Marni Hansen og Lea Kampmann eisini spæla, og tiltakið verður í Østrøm í annaðkvøld, leygarkvøldið 30. apríl.
- Konsertin hevur til endamáls at savna pening inn, so Barnaheimið í Havn kann keypa ljóðføri til búfólkini. Ætlanin er at skipa fyri einum tónleikaátaki á Barnaheiminum í næstum, og til hetta krevjast ljóðføri, sigur fyrireikarin, Johan Ásmundsson.